Hevði val verið verið í dag, hevði konservativi stjórnarflokkurin í Stórabretlandi fingið sítt vánaligasta valúrslit nakrantíð og fingið færri enn 100 sessir í bretska tjóðartinginum.
Tað vísir ein veljarakanning, sum stovnurin Survation hevur gjørt, sambært fleiri bretskum miðlum, m.a. The Guardian.
Sambært veljarakanningini, har 15.000 fólk vórðu spurd, hevði konservativi flokkurin ongar tingsessir fingið í Skotlandi og Wales og bert 98 í Englandi. Konservativi forsætisráðharrin Rishi Sunak er eisini í vanda fyri at tapa í sínum egna valdømi, Richmond & Northallerton, í North Yorkshire.
Hinvegin hevði andstøðuflokkurin Labour fingið 468 av 650 sessum.
Á valinum í 2019 fekk konservativi flokkurin 365 sessir, meðan Labour fekk 203. Næsta tjóðartingsvalið í Stórabretlandi skal haldast í seinasta lagi 28. januar 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald