Uttanlands

Kanning: Koppingarevnið hjá Pfizer gevur 94 prosent verju

Kanningin, sum varð gjørd í Ísrael við 1,2 mió. royndarpersónum, vísir, at koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech gevur góða verju

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-15 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech gevur 94 prosent verju móti covid-19. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd í Ísrael, har fleiri enn ein mió. persónar luttóku.

Í kanninginini, sum er gjørd av størsta heilsutænastuveitaranum í Ísrael, Clalit, luttóku 600.000 persónar, sum høvdu fingið bæði fyrru og seinnu koppseting, umframt 600.000 persónar, sum ikki vórðu koppsettir.

Millum tey, sum vórðu koppsett, var talið á teimum, sum høvdu covid-19 sjúkueyðkenni 94 prosent lægri, samanborið við "líknandi royndarpersónum", sum ikki høvdu fingið nakra koppseting. 92 prosent teirra vórðu heldur ikki álvarsliga sjúk.

Kanningin vísti eisini, at koppingarevnið riggaði hjá teimum, sum vóru yvir 70 ár, skrivar Ritzau.

Í Ísrael hava 3,8 mió. av íbúgvunum fingið fyrru koppsetingina, meðan 2,4 mió. eru liðugt koppsett. Í Ísrael búgva uml. níggju mió. fólk, og ætlanin er, at allir íbúgvar eldri enn 16 ár skulu verða koppsettir áðrenn vit eru komin til endan av mars.

Endamálið við kanningini var, sambært Clalit, at vísa teimum, sum ikki eru koppsett, at koppingarevnið riggar væl, og at tað verjir móti álvarsamari sjúku.

Í kanningini luttóku persónar, sum høvdu fingið seinnu koppsetingina í minsta lagi eina viku undan kanningini.

Ætlanir eru um at víðka kanningina, tí úrslitini gerast meira nágreinilig hvørja viku, sigur Clalit. Úrslitini verða nevniliga meira eftirfarandi, tá persónar verða kannaðir 14 dagar, ella longur, eftir, at tey hava fingið seinnu koppsetingina, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder