Í hesum fólkatingsvalstríðnum eru trý valevni, sum bjóða seg fram at vera danskur stjórnarleiðari komandi fýra árini. Umframt núverandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er talan um Jakob Ellemann-Jensen úr Vinstra og Søren Pape Poulsen hjá Konservativa flokkinum.
Men nógv halda eisini, at Lars Løkke Rasmussen, sum hevur verið forsætisráðharri í tveimum umførum, skal fáa fýra ár afturat í forsætisráðharrasessinum.
Ein veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR og Altinget, vísir nevniliga, at eftir núverandi forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, er hann tann, sum flestir danir vilja hava at stjórna landinum.
Í kanningini, sum varð gjørd frá 11. til 13. oktober, luttóku 1.053 danir, og 24 prosent svaraðu, at teir helst vilja hava Mette Frederiksen sum forsætisráðharra, meðan 11 prosent peikaðu á Lars Løkke.
Tá Lars Løkke sat sum forsætisráðharri, umboðaði hann Vinstra, men nú stillar hann upp fyri nýggja flokk sín, Moderaterne. Núverandi Vinstra-formaðurin, Jakob Ellemann-Jensen, er á triðja plássi við undirtøku frá 10 prosent av veljarunum í kanningini.
Triðja forsætisráðharravelevnið, Søren Pape Poulsen, er endaður á fimta plássi. Bert seks prosent siga seg vilja hava hann sum forsætisráðharra.
Alex Vanopslagh, formaður í Liberal Alliance fær eisini undirtøku frá seks prosent av veljarunum. Ímillum teir og Vinstra-formannin er Inger Støjberg, fyrrverandi næstforkvinna í Vinstra, sum stillar upp fyri sín egna flokk, Danmarksdemokraterne. Hon fær undirtøku frá átta prosent av veljarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald