Tað var 6. september, at Liz Truss yvirtók forsætisráðharraembætið og leiðsluna av konservativa flokkinum frá Boris Johnson, og longu nú ynskja helvtin av bretsku veljarunum, at hon leggur frá sær.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning í øllum førum.
Sambært kanningini, sum YouGov hevur gjørt, og sum varð kunngjørt beint áðrenn vikuskiftið, siga 51 prosent av teimum spurdu, at nýggi forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær.
Fyrr í vikuni varð ein onnur veljarakanning almannakunngjørd. Hon vísti, at andstøðuflokkurin Labour hevði fingið 33 prosent fleiri atkvøður enn konservativi flokkurin.
Hevði val verið í dag, hevði Labour fingið 54 prosent av atkvøðunum, meðan tey konservativu høvdu fingið 21 prosent, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald