Seinastu tíðina hevur norska kongshúsið mist undirtøku, vísir ein nýggj meiningakanning, sum greiningarstovnurin Norstat hevur gjørt fyri NRK.
Í kanningini søgdu 62 prosent av teimum spurdu, at tey stuðlaðu kongshúsinum. Tað er ein stór minking í mun til í 2017, tá ein kanning vísti, at 81 prosent stuðlaðu kongshúsinum.
Tað er serliga nýgifta prinsessan Märtha Louise, sum norðmenn eru ónøgdir við. 69 prosent av teimum spurdu siga, at hon átti at mist prinsessuheitið.
Norska prinsessan er komin við fleiri umstríddum útsøgnum, og 31. august giftist hon við amerikanska Durek Verrett, sum sigur seg vera shaman. Rættindini til brúdleypið vórðu seld til Netflix og eitt bretskt vikublað, og tað vóru norskir miðlar ónøgdir við, skrivar Ritzau.
Men tað er ikki bert Märtha Louise prinsessa, sum hevur verið fyri atfinningum seinastu tíðina.
Marius Borg Høiby, sonur Mette-Marit krúnprinsessu, varð í august skuldsettur fyri harðskap móti einari kvinnu í Oslo, og norska løgreglan kannar eisini tvey onnur harðskapsmál, sum hava samband við Marius Borg Høiby.
Marius Borg Høiby er tó ikki formliga partur av norska kongshúsinum. Krúnprinsessan fekk hann, áðrenn hon hitti Haakon krúnprins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald