Uttanlands

Kanning: Samanhangur millum kettuskarn og skizofreni

Tó eru sannlíkindini ikki so stór.

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2019-02-03 18:35 Author image
Elisa Vang
placeholder

Nú er endaligur samanhangur funnin millum eina mikroskopiskt lítla parasitt, ið stavar frá kettuskarni, Toxoplasma gondii ella T.gondii - og sum kann seta seg í heilan hjá menniskjum - og vandan fyri at fáa skizofreni.

Tað vísir ein nýggj kanning. 11.500 luttakarir vóru við í kettuskarnskanningini, og vórðu úrslitini hjá 2.990 av teimum positiv. Talið sampakkar væl við, at umleið fjórði hvør dani er smittaður.

Tey smittaðu høvdu 47 prosent øktan vanda fyri at fáa diagnosuni skizofreni. 

- Við hesari kanningini kunnu vit nú endaliga siga, at ein smitta við T.gondii økir vandan fyri skizofreni. Samanhangurin er har, han kunnu vit ikki koma uttanum, sigur Kristoffer Burgdorf, sum er doktari við Klinisk Immunologisk Afdeling á Ríkissjúkrahúsinum við Videnskab.dk.

 

T.gondii er ótrúliga trupul at drepa, og parasittin kann liva niðri í jørðini í upp í eitt ár uttan eitt vertsdjór.

Smittan kann lekjast, um man byjar tíðliga. Um smittab fær fatur á heilanum, er eingin kurur, og infektiónin varar alt lívið.

Tú kanst millum annað smittast av T.gondii við at:

- Eta grønmeti og frukt, sum ikki er skolað

- drekka geitamjólk, sum ikki er pasteuriserað

- eta rátt kjøt frá djórum, sum eru smittaði við T.gondii

- reinsa kettubakkar ella hava kettur í heiminum

 

Les meira um kanningina HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder