Tørvurin á yrkislærdari arbeiðsmegi í Føroyum er stórur, vísir ein stór spurnarkanningini hjá Vinnuhúsinum, har 100 fyritøkur eru spurdar um starvsfólkatørvin hjá privatu vinnuni í Føroyum.
Meira enn helmingurin av teimum fyritøkum, sum í løtuni ætla at seta fleiri starvsfólk í starv, vilja seta yrkislærd fólk í starv. Talan er um fyritøkur í ymiskum vinnugreinum, eisini eru tær ymiskar í stødd og eru staðsettar kring alt landið.
Fyritøkurnar leita millum annað eftir smiðjum, mekanikarum, sølufólkum, timburmonnum, kokkum, eletrikarar, sveisarum, alarum, snikkarum, bakarum og ymiskum tøknikarum. Kanningin vísir eisini, at nógvar føroyskar fyritøkur í løtuni sóknast eftir starvsfólkum við KT-førleikum, skrivar Vinnuhúsið.
Í spurnarkanningini verða allar fyritøkurnar spurdar um, hvørji átøk eru skilabest at gera fyri at fáa fatur á røttu arbeiðsmegini. Mest vanligu svarini eru m.a., at fleiri skulu eggjast til at taka eina yrkisútbúging, at serskattaskipanir skulu takast av, og at møguleikarnir at eftirútbúgva seg skulu styrkjast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald