Fríggjakvøldið var sjónvarpsorðaskifti millum tey fimm valevnini, sum eru eftir í valstríðnum um at gerast nýggjur leiðari í konservativa flokkinum og forsætisráðharri í Stórabretlandi.
Tey fimm eru Tom Tugendhat, Rishi Sunak, Kemi Badenoch, Liz Truss, og Penny Mordaunt.
Sambært meiningakanning, sum Opinium hevur gjørt, helt bretska fólkið, at tað var Tom Tugendhat, sum kláraði seg best.
36 prosent av teimum spurdu hildu, at Tugendhat kláraði seg best, meðan 24 prosent hildu, at Rishi Sunak kláraði seg best. 12 prosent hildu, at Penny Mordaunt og Kemi Badenoch kláraðu seg best, og bert sjey prosent hildu, at Liz Truss kláraði seg best, skrivar Ritzau.
Tað er tó ikki fólkið, sum skal velja nýggjan konservativan leiðara men limir í konservativa flokkinum, og í løtuni er tað Rishi Sunak, sum hevur mest stuðul frá sínum floksfeløgum í tjóðartinginum.
Mánadagin skulu tey konservativu aftur atkvøða, og verður tann við lægsta talinum á atkvøðum sorteraður frá. 5. september verður væntandi endiliga greitt, hvør eftirmaðurin hjá Boris Johnson verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald