Innanlands

Kanningardeildin hjá løgregluni hevur úr at gera við álvarsomum málum

Seinasta døgnrapportin hjá løgregluni hevur annars einki uppá seg.

Stórt kanningararbeiði er i gongd í fleiri málum (Mynd: Sverri Egholm)

Stórt kanningararbeiði er i gongd í fleiri málum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-09 08:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Her er ikki nakað nevnivert at fortelja um frá seinasta samdøgrinum.

Vakthavandi á løgreglustøðini kundi staðfesta hetta í morgun til dagliga telefon-fundin við miðlarnar: Friðarligt samdøgur hjá løgregluni - sum so.

Tí hann kundi eisini staðfesta, at hóast tað ikki var nakað spennandi at siga um náttina, og eingin verulig mál vóru týsdagin, so er nóg mikið at hyggja uppá hjá løgregluni.

Serliga hevur kanningardeildin úr at gera. Talan er um fleiri tung og álvarsom mál, ið eru á borðinum í løtuni. Kanningararbeiði er i gongd - umfatandi mál í fleiri førum - og revsimál eru mest sannlíkt ávegis.

Talan er tó ikki um mál, ið løgreglan kann fara í smálutir við og sum heild fortelja meira um í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder