
Í dag hevur øll andstøðan á løgtingi undirskrivað áheitan til løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Sostatt eru 15 undirskriftir fyri.
Tinglimirnir í samgonguni hava eisini fingið kanningarsetningin, og hava møguleika eisini at skriva undir áheitanina.
Kanningin er í trimum pørtum, tí heili tríggjar lógir hava verið galdandi í tíðarskeiðnum 2010-2021, sum kanningin skal fevna um:
- Fyrsti partur snýr seg um sjófeingislógina frá 2020, sum er galdandi í dag.
- Annar partur snýr seg um fiskivinnunýskipanina frá 2018-2020
Hesir báðir partarnar skulu vera klárir og almannakunngjørdir hin 1. mai 2022
- Triðji partur snýr seg um lógina um vinnuligan fiskiskap í tíðarskeiðnum 2010-2018
Hesin parturin skal vera klárur og almannakunngjørdur 1. desember 2022.
Kanningarsetningurin kann lesast her
Tíðindaskriv frá Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald