Uttanlands

Kanye West framførir í Russlandi

Umstríddi sangarin tykist ikki lata seg ávirkað av at so at siga øll onnur vesturlendsk listafólk boykotta Russland orsaka av innrásini í Ukraina.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-17 17:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rapparin Kanye West, sum ný meira kallar seg Ye, fer at hava tvær konsertir í Sankta Pætursborg í Russlandi í Oktober.

Konsertirnar verða hildnar í stóru Gazprom Arena 10. og 11. oktober sambært russiska fyriskiparanum, SAY Agency.

Felagið hevur lagt ein brellbita út á vangan á miðlinum Telegram í morgun, har lýst verður við konsertunum.

Harvið er Kanye West í stórari andsøgn við aðrar mætar tónleikarar, eitt nú Elton John, Green Day og Louis Tomlinson, sum avlýstu sínar ætlaðu konsertir í Russlandi eftir russisku ennrásina í Ukraina í 2022.

West hevur fyrr verið fyri hørðum ábreiðslum fyri eitt nú at vera komin við antisemitiskum viðmerkingum og fyri at fagna nasismu. Hetta hevur eitt nú ført við sær, at vangar hansara á sosialu miðlunu hava verið sperraðir í fleiri førum.

Í apríl í ár sýtti bretska stjórnin fyri at lova honum til landið orsaka av antisemitiskum og pronasistiskum útsøgnum. Hann skuldi tá vera høvuðsnavn øll trý kvøldini á stóra Wireless Festivalinum í London, ið tessvegna varð avlýstur.

Eisini í Polandi og Italia vóru konsertir hansara avlýstar, men ikki í Niðurlondum, Albania, Georgia og Kasakstan.

Seinastu árini hevur West fleiri ferðir úttalað seg hatursfuld móti jødum á sosialu miðlunum, og hevur eisini beint fólk til eina reklamu við svastika-troyggju.

Hann hevur fyrr biðið um umbering fyri sínar útsøgnir, vísandi til at hann hevur bipolar-1 sálarsjúku og sigur seg hava “mist sambandið við veruleikan”, skrivar Sky News. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder