Mentan

Kappaðust í støddfrøði

1462 næmingar frá 3. til 9. flokk hava luttikið í kappingini, sum endaði við finalu í Norðurlandahúsinum í gjár

2024-04-28 14:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin var finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2024 hildin í Norðurlandahúsinum.

Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum runt landið, og 1462 næmingar frá 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til 2. umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í mars mánaði.

Av hesum komu fimm luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin leygardagin.

Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey allarflestu høvdu familju við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.

Í fleiri floksstigum var hørð kapping, og stigamunurin var lítil.

Landstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.

Vinnararnir vóru:

3. flokkur: Mattias Tavsen, Sørvágs Skúli

4. flokkur: Rani Dam, Sankta Frans Skúli

5. flokkur: Bjarni Bogason Enni, Skúlin við Løgmannabreyt

6. flokkur: Lisa Rask Olsen, Skúlin á Argjahamri

7. flokkur: Anita Næss, Skúlin við Løgmannabreyt

8. flokkur: Julian av Kák Reynstind, Eysturskúlin

9. flokkur: Herbert Holm Johannesen, Skúlin á Fløtum

Ætlanin er, at Pangea Støddfrøðikappingin verður aftur næsta ár, siga stigtakararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder