Sum framhald av miðbýarætlanini, fer Tórshavnar kommuna at bjóða skipanina av Vágsbotni út í kapping.
Hesum boðar kommunan frá í dag.
Í sambandi við kappingini, hevur byggi- og býarskipanarnevndin samtykt, at borgarar skulu sleppa at gera viðmerkingar til hugskotsuppritið, ið er grundarlag undir kappingini.
Viðmerkingar skulu sendast til kommununa áðrenn 27. november. Viðmerkingar frá borgarum verða viðgjørdir og í størst møguligan mun lagdir afturat grundarlagnum undir kappingini, sigur kommunan.
Hugskotsuppritið sæst niðanfyri:
Mynd: Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald