
Kappingareftirlitið hevur meldað Føroya Tele til løgregluna fyri at hava misnýtt eina ráðandi marknaðarstøðu.
Tað visti Dagur og vika at siga í gjárkvøldið.
Løgreglan kannar málið, og Michael Boolsen, fúti, vil tí ikki viðmerkja málið og heldur ikki siga hvørja fyritøku talan er um, sum er meldað. Men nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, váttar í skrivligum boðum til Kringvarpið, at telefyritøkan er meldað.
Hann sigur, at Kappingareftirlitið av sínum eintingum hevur meldað Føroya Tele til løgregluna í einum máli, sum eftir øllum at døma snýr seg um hendingar, ið eru farnar fram fyri 5-6 árum síðani.
Bjarni Arnason (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sambært keldum hjá Kringvarpinum, er tað brot á grein 11 í kappingarlógini, sum Føroya Tele er meldað fyri. Grein 11 staðfestir, at ikki er loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta sína ráðandi marknaðarstøðu.
Sektaruppskotið er 27 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald