Innanlands

Kappingarráðið góðkent samstarv millum FT Samskifti og Nema

FT Samskifti og Nema fara at hava eins atgongd til RAN-netið og fara at bjóða sama fartelefondekning á landi og sjógvi

(Savnsmynd: Føroya Tele)

(Savnsmynd: Føroya Tele)

2023-11-30 17:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingarráðið hevur góðkent samstarvsavtaluna millum FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og P/F Nema um, at Nema kemur á farnetið hjá P/F Samskifti.

Harvið fáa partarnir eins atgongd til RAN-netið og fara at bjóða sama fartelefondekning á landi og sjógvi. Partarnir tryggja framhaldandi kapping á marknaðinum við egnari kjarnutøkni, sum stýrir tænastum og produktum. 

Innleiðandi samráðingarnar millum P/F FT Samskifti og P/F Nema byrjaðu í 2021. Í oktober 2022 lótu partarnir samstarvsavtaluna inn til góðkenningar hjá Kappingareftirlitinum, sum frá byrjan hevur verið kunnað um samráðingarnar og leistin fyri teimum.

Í tilgongdini gjørdi Kappingareftirlitið vart við kappingarlig ivamál, sum møguliga vóru í stríð við §6 og §11 í Kappingarlógini. Partarnir lótu Kappingareftirlitinum tilsøgn tann 27. oktober 2023, sum gongur teimum ivamálum, sum Kappingarráðið hevði, á møti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder