Uttanlands

Kardinalur fingið harða fongsulsrevsing fyri fíggjarlig brotsverk

75 ára gamli Angelo Becciu er fyrrverandi ráðgevi hjá Frans páva – Málið snýr seg um ein ólógligan bústaðarhandil í London

Angelo Becciu kardinalur (Mynd: EPA)

Angelo Becciu kardinalur (Mynd: EPA)

2023-12-17 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein kardinalur varð í gjár dømdur fimm og eitt hálvt ára fongsul fyri fíggjarlig brotsverk av einum dómstóli í Vatikaninum.

Talan er um 75 ára gamla kardinalin Angelo Becciu, sum er fyrrverandi ráðgevi hjá Frans páva og sjálvur hevur verið sæddur sum eitt møguligt valevni til pávaembætið.

Beccio var ein av níggju persónum, sum vórðu ákærd í málinum. Millum teirra vóru advokatar og persónar, sum fyrr høvdu verið í starvi í Vatikaninum. Bert ein varð fríkendur.

Málið snýr seg m.a. um ein ólógligan bústaðarhandil í London. Talan var um keyp av einum marglætisbústaði fyri 350 milliónir evrur (2,6 milliardir krónur).

Undir øllum rættarmálinum, sum byrjaði í 2021, hevur Becciu víst aftur, at hann skal hava framt fíggjarundandrátt, hvítvask og misnýtt embæti sítt. Dómurin verður kærdur, sigur verjin hjá Becciu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder