2021-12-07 07:26
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin og formaðurin í flokkinum Høyre, Kåre Willoch, er deyður, 93 ára gamal.
Kåre Willoch doyði stillisliga í keimunum í Ullern, upplýsti Høyre í gjár.
- Tað er við stórari sorg, at Høyre fyrr í dag fekk syrgiligu boðini um, at Kåre Willoch er deyður, sigur Erna Solberg, floksforkvinna, í tíðindaskrivi.
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, sigur við VG, at hansara tankar eru hjá familjuni, vinum og floksfeløgum í Høyre.
Kåre Willoch var stjórnarleiðari í Noregi frá 1981 til 1986, og leiðari fyri konservativa flokkin í ellivu ár undan hesum. Hann fekk staðfest krabbamein í 2016, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald