Uttanlands

Karen Ellemann skal standa á odda fyri norðurlendska samstarvinum

Er sett sum aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum frá nýggjárinum at rokna

Karen Ellemann (Mynd: norden.org)

Karen Ellemann (Mynd: norden.org)

2022-11-14 14:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski vinstrapolitikarin Karen Ellemann verður nýggjur aðalskrivari fyri Norðurlendska Ráðharraráðið frá á nýggjárinum.

Tað boðar ráðharraráðið frá í dag.

Karen Ellemann hevur drúgvar royndir í norðurlendskum samstarvi. Umframt at hava verið ráðkvinna við javnstøðu, umhvørvi, almannamálum og innanríkismálum sum sítt málsøki, hevur hhon eisini í fleiri førum verið ráðkvinna fyri norðurlendskt samstarv.

- Aðalskrivarin fyri ráðharraráðið hevur ein týðandi leiklut í okkara felags norðurlendsku visjón um, at Norðurlond skulu gerast heimsins mest burðardygga og integreraða øki innan 2030. Karen Ellemann er væl skikkað til hetta embætið, og vit síggja fram til at samstarva við hana, sigur Anne Beate Tvinnerheim, norsk samstarvsráðkvinna.

Karen Ellemann er dóttur fyrrverandi danska uttanríkisráðharran Uffe Ellemann-Jensen og Hanne Ellemann-Jensen, og sostatt hálvsystir núverandi formannin í Venstre, Jakob Ellemann-Jensen. Hon er upprunaliga fólkaskúlalærari og hevur havt fleiri leiðandi størv í privata vinnulívinum áðrenn hon fór upp í politikk í 2005. Hon hevur eisini verið landsforkvinna fyri Norrøna Felagnum í Danmark og hevur víst eldhuga fyri norðurlendska samstarvinum. Ellemann hevur eisini havt dirvi til at siga frá, um tað hevur verið okkurt, sum norðurlendska samstarvið ikki hevur megnað nóg væl.

- Eg fegnist um at hava fingið hetta álitið. Sum heimurin sær út í dag, er norðurlendska samstarvið meira viðkomandi, enn tað hevur verið í nógv ár. Eg gleði meg til uppgávuna, sigur Karen Ellemann.

Hon tekur við sum aðalskrivari eftir finsku Paulu Lehtomäki, sum í 2019 varð sett sum hin fyrsta kvinnan í hesum starvinum, sum er tað mest týðandi embætisstarvið innan norðurlendska samstarvið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder