Tá ársins X Factor fór av bakkastokki í gjár, nýggjársdag, var tað við einum føroyingi sum luttakara.
Talan er um Kára Fossdalsá av Toftum, sum fekk møguleikan at royna seg frammanfyri dómarunum Kwamie Liv, Martin Jensen og Thomas Blachman, tá upptøku roynd var í Aarhus.
Við sær hevði hann unnustina Áshild Jónsveinsdóttir og dóttir teirra.
Og við sínum gittara og inniligari rødd, sjarmeraði toftamaðurin og sang seg víðari í X Factor.
- Tað er ikki so nógv at tosa um, tú ert bara góður, staðfesti Martin Jensen.
Hetta er aðru ferð, at toftamaðurin luttekur í X Factor. Í 2020 royndi hann seg eisini, og kom víðari frá upptøkuroyndini, men gjørdist ov stuttur til sonevnda "5 Chair Challenge".
Annar partur av X Factor verður sendur fríggjakvøldið á TV2, og tá verður upptøkuroynd í Keypmannahavn. Um nakar føroyingur tá aftur bjóðar seg fram, fer tíðin at vísa.
Seinastu árini hava fleiri føroyingar luttikið í danska X Factor, og eitt nú Sveinur Gaard Olsen, Jógvan Joensen og Linda Andrews komu langt í kappingini. Síðstnevnda endaði við at vinna X Factor í 2009.
Dómararnir í ár, Martin Jensen, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Mynd: TV2 Danmark)
X Factor sæst á stroymingartænastuni TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald