2024-07-24 22:20
Í sambandi við at Kári Fossdalsá hevur útgivið sína fyrstu fløgu, fer hann at hava nakrar útgávukonsertir í Føroyum í summar.
Millum annað verður hann við á Tórsfest fríggjadagin og á Summarfestivalinum í august.
Kári Fossdalsá vitjar eisini aftur á gamlar gøtur og fer at hava konsert í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði leygarkvøldið 27. juli.
Konsertin á Svangaskarði verður ein sonevnd sitikonsert, har Kári Fossdalsá fer at spæla sangir frá síni nýggju fløgu.
Kári Fossdalsá sigur, at fólk kunnu gleða seg til konsertina. Hann er ótrúliga fegin um at fáa møguleikan at syngja og spæla í heimbygdini.
Atgongumerkjasøla á stage.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald