Mentan

Kári hjúklar um rútmurnar til "Vit elska 90ini"

Saman við einari røð av 90ara bólkum kemur plátusnillingurin at upptraðka í Hoyvíkshøllini tann 12. oktober

2019-09-16 01:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hevur tú verið gestur í Club 20 í 90unum, so hevur tú uttan iva notið rútmurnar hjá Kára Annand Berg. Saman við einari røð av 90ara bólkum kemur plátusnillingurin at upptraðka í Hoyvíkshøllini tann 12. oktober.

Longu í 80unum hevði Kári Annand Berg stóran alsk til tónleikin. Hann byrjaði so smátt at leggja plátur á í ymsum dansistøðum, men tá hann í 1991 varð settur í starv í kult-klubbanum Club 20, kom verulig ferð á. Kári gjørdist skjótt eyðkenda ljóðið av tí Tórshavnska náttarlívinum. Fram um onnur dugdi hann at “lesa gólvi” og halda hýrin í topp. Kári gjørdist ímyndin av einum føroyskum DJ, og var uttan iva ókosni DJ Kongurin í Føroyum í 90unum.

Í 2001 tók Kári lut í kappingini “Ársins DJ Show”. Her skuldi ársins DJ kjósast, og Kári gjørdi bart og vann á øllum. Kappingin hevur ikki verið síðani, so vit kunnu staðfesta, at tað er Føroya Besti DJ sum fer at hjúkla um rútmurnar til Vit elska 90ini tann 12. oktober í Hoyvíkshøllini.

Fammanundan er longu greitt, at Cottoneye Joe, Me & My, Cut ´N´ Move og DJ Freedom fara at framføra til "Vit elska 90ini".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder