Fyri beint undir seks vikum síðani gjørdist greitt, at Kári Johansen ætlaði at stilla upp fyri Framsókn og ikki Javnaðarflokkin til kommunuvalið í november.
- Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn, segði býráðslimurin tá.
Nú er vent í holuni. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, váttar í dag fyri in.fo, at Kári Johansen kortini ikki verður á listanum.
Tað er framvegis ikki greitt, um Kári Johansen kortini stillar upp til valið 12. november.
Heimasíðan in.fo rør uppundir, at Kári, saman við øðrum Javnaðarbýráðslimum, sum ikki stilla uppaftur á tí listanum, eru í gongd við ein heilt nýggjan lista.
Eingin viðmerking er komin frá Kára Johansen sjálvum enn.
Kári Johansen fekk 268 atkvøður á kommunuvalinum í 2020 - fyri Javnaðarflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald