Mentan

Kári P í Virkinum heima á Sandi

Einans 90 atgongumerki verða seld til serstaku konsertina

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-13 19:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið 11. mai verður Virkið á Sandi karmur um eina serstaka konsert, har Kári P saman við tónleikaúrmælingunum, Finnur Hansen á tangeentum, og Edvard Nýholm Debes á kontrabass, fer at framføra sangir av plátunum hjá Kára P, “Hinumegin ringvegin” og “Vælferðavísur”.

Har eru sangir sum t.d. “Súrligar nætur í Keypmannahavn”, “Villar víddir”, “Ringulríma”, “Kalli Katt”, “Meirilutin ræður”, – og so nógvir aðrir, ið allir eru vornir fólkaogn.

Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.

Tað eru einans 90 atgongumerkir, og tey fáast á atgongumerki.fo

Seinni um kvøldið fara í Sandoynni legendarisku Ravnar og Geislar at spæla til dans, so hetta verður eitt serstakt kvøld heima á Sandi. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder