Mentan

Kári Svensson sýnir fram í Smiðjuni

Í døgunum 25. – 31. juli ber til at síggja listina hjá Kára Svensson í Smiðjuni í Lítluvík – Framsýningin letur upp leygardagin kl. 14

Mynd: Kári Svensson

Mynd: Kári Svensson

2020-07-24 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 25. juli, letur nýggj framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Tað er Kári Svensson, listamaður, sum sýnir fram.

Framsýningin, ið varir fram til 31. juli, hevur opið hvønn dag millum klokkan 14 og 18, undantikið ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, har opið er til klokkan 20.

[object Object]

Kári Svensson hevði sína fyrstu framsýning sum 17 ára gamal. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd á framsýningum kring heimin.

Um listamannin siga ummælarar m.a.:

– Fyri Kára Svensson er tað ikki bara ein landslagsmálningur og ein endursøgn av tí, sum hann sær. Tað er ein sansing, ein viðkvæmi og ein víkinga-frumkraft, sum livur og andar í júst hesu løtu. Hann tekur tað inn og fær tað út á løriftið, sum eina innara fatan. Tá hann arbeiðir við málningum, traðkar innara listamaður hansara til síðis, og ger pláss fyri reinu og fullgjørdu áskoðanini og kensluni av tilveru hjá menniskjanum.

– Mann skal vera føroyingur og liva á vøkru oyggjunum í Atlantshavinum fyri veruliga at skilja tað, sum Kári Svensson følir og upplivir í einari kensluligari løtu.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder