Innanlands

Kári syngur á Summar Festivalinum

Toftamaðurin, sum endaði sum nummar 2 í ársins X Factor kapping í Danmark, fer at framføra á ársins Summar Festivali

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-28 11:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

X Factor stjørnan av Toftum verður við á Summar Festivalinum

Hann byrjaði heldur varisliga, men endaði við at vera stórur profilur í donsku X Factor kappingini, har hann varð nummar 2 í ársins kapping.

Kári Fossdalsá av Toftum hevur góða rødd, hann syngur væl, og hann hevur eina natúrliga útstráling, sum styrkir hansara framførslur.

Hann kom mest sum burtur úr ongum, tá ið hann var við í donsku sangkappingini, men hann hevði eyðsýnt talent og mentist í stórum undir kappingini. Nú tekur hann stigið inn á landsins størsta tónleikatiltak.

Kári Fossdalsá spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder