Týski mótasniðgevin, Karl Lagerfeld, er deyður, 85 ára gamal. Tað boðar mótahúsið Chanel frá, sambært AP tíðindastovuni.
Lagerfeld var serliga kendur fyri síða tíð hjá Chanel, har hann var høuðssniðgevi í trý áratíggjur fram til deyða sín. Hann varð settur í starv í 1983 fyri bøta um umdømið hjá kenda mótahúsinum.
Karl Lagerfeld gjørdist gitin í 1954 tá hann teknaði ein ulljakka, sum vann eina kapping og tryggjaði honum praktikkpláss hjá heimskenda sniðgevanum, Pierre Balmain.
Lagerfe var kendur fyri altíð at vera í myrkum klædningi, við longum hári knýtt í hesthala og við myrkum sólbrillum.
- Á onkran hátt, eri eg ein karikaturur av mær sjálvum, og tað dámar mær væl, er eitt av kendu sitatunum hjá Lagerfeld.
Sambært blaðnum Purepeople, doyði Karl Lagerfeld í morgun eftir í skundi at verða fluttur til sjúkrahúsið í Neuilly-Sur-Seine nærhendis Paris í gjárkvøldið.
Tað er eitt sindur óvist nær hann varð føddur, men hildið verður, at føðingardagurin var 10. september 1933, skrivar Reuters. Mamman var týskari, pápin svii.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald