Innanlands

Karl Weihe megnaði fyrstu uppgávuna

Sandavágsmaðurin tjekkaði inn á Paradise Hotel saman við trimum øðrum fyrrverandi luttakarum, sum allir fingu somu uppgávu

(Mynd: Viaplay)

(Mynd: Viaplay)

2025-01-03 14:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Longu frá fyrstu døgunum á marglætishotellinum í Meksiko ger ungi sandavágsingurin um seg. Hann skal sannføra ein kvinnuligan luttakara um, at hann skal veljast, og tað eydnast.

Fyrstu tríggir partarnir av Paradise Hotel gjørdust í gjár tøkir hjá teimum, sum hava hald á Viaplay.

Karl Weihe og tríggir aðrir fyrrverandi luttakarar, Lucas Buchardt, Christel Trubka og Rosa Hatting tjekka inn nakrar tímar aftaná hinar luttakararnar, sum ikki hava verið at sæð í reality áður.

Tey fáa øll fýra eina greiða uppgávu. At sannføra ein luttakara av hinum kyninum, at skifta sín partnara út og velja tey í staðin.

Hetta eydnast hjá tveimum teirra, millum annað hjá Karl Weihe.

Royndur harri
Sjarmørurin úr Sandavági hevur roynt spælið áður. Hann var um hesa tíðina í fjør at síggja í norska Paradise Hotel, og nú er hann altso at síggja í danska Paradise Hotel. Upptøkurnar eru gjørdar í Meksiko tíðliga í summar.

Í Paradise Hotel snýr tað seg um taktiskt spæl, at vera snildur og standa eftir sum vinnari og einari hálvari millión.

Paradise Hotel er at síggja á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder