Innanlands

Karlot Hergeirsson tikið sæti á tingi

Ruth Vang farin í farloyvi

2019-11-14 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Karlot Hergeirsson hevur í dag tikið sæti á Føroya Løgtingi. Hann kemur í sessin fyri Ruth Vang, sum í dag hevur biðið løgtingsformansskapin um farloyvi.

Á løgtingsvalinum 31. august gjørdist Karlot Hergeirsson fimti á listanum hjá Framsókn við 145 persónligum atkvøðum.

Valdir vórðu Bjarni Kárason Petersen og Poul Michelsen. Poul Michelsen er í løtuni í farloyvi, og Ruth Vang hevur røkt hansara sess.

Nú Ruth Vang fer í farloyvi, skuldi sessurin verið yvirtikin av Honnu Jensen, men hon boðar í dag frá, at hon ikki hevur møguleika at taka sæti á tingi í hesum umfari.

Sostatt fekk fimti maður á framsóknarlistanum nú møguleika at koma á ting.

Av teimum 145 persónligu atkvøðunum, sum Karlot Hergeirsson fekk á valinum, komu tær 78 úr heimbygdini, Nólsoy.

Nólsoyingar stóðu saman um lokala valevnið á Framsóknarlistanum á valinum hesaferð. Framsókn fekk 48,5 prosent av øllum atkvøðunum í Nólsoy, sum harvið eisini var nógv besta valúrslitið hjá Framsókn á løgtingsvalinum. 

Løgtingið er í dag farið undir fyrstu viðgerð av umfatandi lógarpakkanum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um vælferð. Vælferðarlógin er høvuðsmál, og knýtt í ta lógina eru fimm broytingaruppskot eisini. Øll seks málini verða viðgjørd í einum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder