Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum hevur avgjørt, at Karlstadtænastan skal halda fram og framvegis verða veitt umvegis sernámsdeildina.
Higartil hevur hendan tænastan innan mál- og samskiftismenning verið avmarkað til børn og ung við Down-syndromi, men frameftir kunnu eisini onnur børn og ung við stórum, varandi ella samansettum mál- og samskiftisavbjóðingum fáa tænastuna, skrivar Mentamálaráðið.
Atgongdin verður sostatt ikki longur knýtt at einari ávísari diagnosu, men at tørvinum hjá barninum ella tí unga.
Karlstadtænastan er treytað av, at nøktandi veitarar kunnu fáast til vegar, og fer sernámsdeildin í næstum at samskifta við verandi og møguligar nýggjar veitarar og gera neyðugar avtalur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald