Karoline Leavitt, sum um mánaðarskiftið fer úr starvinum sum talskvinna hjá Hvítu Húsunum, fer í nýtt starv í politiska felagsskapinum, sum stuðlar Donald Trump.
Tað segði hon við journalistar á Air Force One herfyri.
Les eisini: Leavitt gevst sum talskvinna í Hvítu Húsunum
Leavitt fer aftur til felagsskapin Maga Inc., sum er ein sonevnd PAC (political action committee), ein felagsskapur, sum savnar inn pening til politiskt virksemi, skrivar Ritzau.
Leavitt arbeiddi eisini fyri Maga Inc. frá 2022 til 2024, áðrenn hon gjørdist partur av toyminum hjá Trump undir valstríðnum í 2024.
Maga er stytting fyri "Make America Great Again", eitt kent slagorð hjá Trump.
Karoline Leavitt hevur áður verið talsfólk hjá Maga Inc., men tað er ógreitt, hvønn leiklut hon nú fer at hava hjá felagsskapinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald