Kartin Høgnesen er settur sum nýggjur ungdómsráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari í dag.
Leirvíkingurin byrjar 5. mars, og talan er um eitt fulltíðarstarv.
- Starvið inniber millum annað at virka fyri, at ung í Føroyum koma at kenna Jesus og vilja fylgja honum, at menna ungdómsleiðarar og at styrkja og menna ungdómsarbeiðini kring landið, skrivar trubodin.fo.
Kartin er ikki ókendur í ungdómsarbeiðinum í Heimamissiónini. Hann hevur verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Leirvík í nærum 20 ár, hevur staðið fyri nógvum ungdómslegum og juniorlegum ígjøgnum árini, stovnaði junior-arbeiðið YES í Leirvík í 2012, og er í løtuni formaður í ungdómsarbeiðinum Glóð í Gøtu og Leirvík.
Nýggi ungdómsráðgevin hevur eisini verið volontørur í Ísrael. Hann er 39 ára gamal, búsitandi og hevur seinastu 20 árini rikið sína egnu frisør-salong í heimstaðnum Leirvík. Kartin Høgnesen var ein av teimum trimum, ið søktu starvið, tá tað varð lýst leyst fyrr í ár.
– Tríggir dugnaligir umsøkjarar vóru til starvið, og tað er gleðiligt at síggja áhugan fyri, at okkara ungdómsarbeiði skal mennast og vaksa. Avgjørt varð at seta Kartin, ið hevur drúgvar royndir innan ungdómsarbeiði og lætt við at koma í samband við ung. Hann er ein fongur fyri landsungdómsarbeiði, og kemur hann at arbeiða í tøttum samstarvi við Landsungdómsnevndina at menna ungdómsarbeiði framyvir.
Hetta sigur Jákup Brúsá, sum er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann hevur eisini virkað sum ungdómsráðgevi. Nú eru tað tó 12 ár síðani, at nakar ungdómsráðgevi verið í starvi í felagsskapinum. Nú er ynski at uppraðfesta og styrkja ungdómsarbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald