Mentan

Kassabilakapping og MC-Treff á mentanarnáttini

Mentanarnáttin á Tvøroyri bjóðar uppá kassabilakapping og MC-Treff

2019-03-25 06:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kassabilakapping og MC-Treff á mentanarnáttini á Tvøroyri 31. mai.

Á mentanarnáttini á Tvøroyri verður nú enn eitt spennandi, nýtt tiltak á skránni. Gjørt er av at bjóða inn til suðuroyarmeistaraheitið í kassabilakoyring.

Byggið tykkara egna kassabil og nýtið hugflogið so væl tit nú einaferð kunnu, tí ikki bert tann skjótasti kassabilurin fær steyp – tað ger tann vakrasti eisini! Vinnararnir fáa steyp til ognar, skrivar kommunan.

Treytir fyri at luttaka: Kassabilurin skal vera heimagjørdur og skal kunna stýra og bremsa. Førarin av kassabilinum skal vera í hjálmi og vera millum 7-12 ár.

Tilmeldingarfreistin er sett at vera fríggjadagin 12. mai.

Eisini verður MC-Treff á økinum við spæliplássið. Vøkru motorsúkklurnar koma úr allari oynni og er tað sera stuttligt at sleppa at síggja, hvussu væl røktar tær eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder