Uttanlands

Katalanska frælsisstríðið ávirkar spanska valið

Val verður sunnudagin - floksleiðararnir hittust til sjónvarpskjak í gjárkvøldið

Høvuðsleikararnir í spanska valinum. Frá vinstru Pablo Casado, PP, Pedro Sanchez, PSOE, Santiago Abascal, Vox, Pablo Iglesias Unidas Podemos og Alberto Rivera, Ciudadanos (Mynd: EPA)

Høvuðsleikararnir í spanska valinum. Frá vinstru Pablo Casado, PP, Pedro Sanchez, PSOE, Santiago Abascal, Vox, Pablo Iglesias Unidas Podemos og Alberto Rivera, Ciudadanos (Mynd: EPA)

2019-11-05 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir leiðandi kappingarneytarnir til at gerast komandi forsætisráðharri í Spania, hittust í gjárkvøldið í sjónvarpaðum kjaki, har frælsisstríðið í Katalonia gjørdist eitt av høvuðsevnunum.

Sambært Reuters vísa seinastu veljarakanningarnar, at triðji hvør veljari í Spania framvegis er í iva um, hvar krossurin skal setast á spanska valinum sunnudagin.

Kanningarnar vísa, at hvørki konservativi fólkaflokkurin PP ella sosialistiski flokkurin PSOE standa til at fáa meiriluta.

Tí kunnu tey seinastu orðaskiftini fáa stóra ávirkan á valið sunnudagin.

Í størsta býnum í Katalonia, Barcelona, hevur ófriður verið eftir at níggju fullveldispolitikarar vórðu fongslaðir orsaka av teirra leikluti í miseydnaðu fólkaatkvøðuni um sjálvstýri.

Pablo Casado, leiðari í PP legði fleiri ferðir eftir núverandi spanska forsætisráðharranum, Pedro Sahchez frá PSOE fyri at hava verið ov bleytur mótvegis teimum níggju fongslaðu loysingarfólkunum.

- Tú trýrt ikki upp á sponsku tjóðina, segði Casado í sjónvarpssendingini.

Sanches hevur leingi ligið á odda í veljarakanningunum, men hevur mist undirtøku eftir mótmælini í Barcelona, sum hinvegin tykjast at gagna høgraveinginum.

Flokkarnir á høgraveinginum mæla til at fara nógv harðligari til verka móti katalansku mótmælisfólkunum.

- Tað er eitt statskvett, sum gongur fyri seg í Katalonia, segði formaðurin fyri høgraflokkin Vox, Santiago Abascal.

Hann heldur, at tað eru flokkarnir, sum hava sitið við valdið hesu seinastu áratíggjuni, PP og PSOE, sum eru orsøk til mótmælini.

Vox stendur til at gerast triðstørsti flokkur í Spania. Liberali flokkurin Ciudadanos stendur til størstu afturgongdina.

Í sjónvarpskjakinum legði Sanches, forsætisráðharri, PP og Ciudadanos undir at samstarva við Vox.

Leiðarin fyri vinstraflokkin Unidas Podemo, Pablo Iglesias, segði við Sanches í kjakinum, at hann ikki skuldi rokna við hjálp frá høgraveinginum viðvíkjandi Katalonia.

Einasti vegur er at taka upp samráðingar við loysingarfólkini, helt hann.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder