Uttanlands

Katalanski forsetin ynskir fund alt fyri eitt við Spaniólar

Spanska stjórnin vil hava katalanska forsetan at treytaleyst fordøma ófriðin áðrenn nakrar tingingar vera tiknar upp.

Katalanski forsetin Quim Torra (Mynd: Reuters)

Katalanski forsetin Quim Torra (Mynd: Reuters)

2019-10-19 19:21 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Katalanski forsetin Quim Torra hevur ringt til spanska forsætisráðharran, fyri at biðja um fund alt fyri eitt, soleiðis at teir kunnu taka upp tingingar, fyri at finna ein veg út úr kreppuni. “Vit vilja eggja sponsku stjórnini til at seta eina dagfesting, og at seta tíð av til, at tosa, samráðast og koma fram til eina semju” sigur Torra.

Torra ringdi í morgun til spanska forsætisráðharran, fyri at royna at fáa ein fund í lag. “Tað er teirra ábyrgd og skylda, vit hava biðið um fund leingi, og hetta hevur størri skund enn nakrantíð” sigur katalanski forsetin.

Boðini úr Madrid eru greið. Spanska stjórnin ynskir at Torra treytaleyst fordømir ófriðin í Katalonia, áðrenn spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, tekur upp samráðingar við katalanar.“Fyrst og fremst, eftirlíka lógina, síðani koma samráðingar” eru boðini úr Madrid.  

Spanski forsætisráðharrin ákærir Quim Torra fyri at undirmeta og lítilsgera ófriðin í Barcelona, og leggur afturat, at ófriðurin í katalansku býnum “hevur ringa ávirkan á umdømi hjá Katalonia”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder