Uttanlands

Katelonia: Ein persónur latið lív í tokvanlukku

Eini 100 fólk eru særd og ein er deyður, eftir at tvey tok rendu saman frontalt

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-02-09 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var ein tokvanlukka í Katelonia, ið kostaði eitt mannalív. Harafturat vóru áleið 100 fólk særd; hjá trimum av teimum er talan um álvarsligar skaðar.  Hetta skrivar AP tíðindastovan.

Talan vóru um tvey tok, ið rendu frontalt saman ímillum býirnar Sant Vicenc de Castellet and Manresa, einar 56 kilometrar frá Barcelona. 

The Independent skrivar, at í minsta lagi ein persónur deyður, og tað bendir á, at onnur kunnu hava latið lív ella at skaðarnir hjá onkrum av teimum 100 eru so álvarsligir, at tað stendur um lív. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder