
Týsdagin 8. februar, í sambandi við starvsfólkafundi á dagstovninum Lítlafløtti á Strondum, handaði Sóleyð D. Joensen, leiðari, Kathrinu G. Joensen blómutyssi og flott armbandsur í sambandi við 25 ára starvsdag hennara.
Sóleyð og borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, hildu eisini røður fyri Kathrinu, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Í samfull 25 ár hevur Kathrina G. Joensen arbeitt við børnum í Sjóvar kommunu. Hon byrjaði sum dagrøktari 1. februar 1997, og helt hon fram í hesum starvi til dagrøktin bleiv niðurløgd í november 2006.
6. november 2006 lat dagstovnurin Lítlifløttur upp, og Kathrina hevur, frá fyrsta degi, verið í starvi sum hjálparfólk á stovninum.
Kathrina hevur arbeitt við flestu aldursbólkum, bæði í dagrøktini og á Lítlafløtti. Seinastu árini hevur hon arbeitt í vøggustovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald