Innanlands

Katla Heðindóttir nýggjur skrivari í Etiska ráðnum

Hon kemur fyri Regin Berg, sum fór frá sum skrivari í oktober í fjør

2025-03-10 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Etiska ráðið hevur sett Katlu Heðinsdóttir sum sín fakliga skrivara. Hon kemur fyri Regin Berg, sum fór frá sum skrivari í oktober í fjør. Katla byrjar í starvinum 1. mai, boðar Etiska ráðið frá í tíðindaskrivi í morgun.

Katla er 35 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er útbúgving cand.mag. í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti, og so hevur hon eina PhD frá sama lærda skúla. Í útbúgving og gransking síni hevur hon lagt dent á etikk, serliga heilsu- og granskingaretikk.

Katla hevur í nøkur ár starvast innan vísindi og etikk á National Center for Etik í Keypmannhavn, har hon m.a. hevur greinað etiskar trupulleikar í kliniskari gransking. Afturat hesum hevur hon drúgvar royndir innan miðling av etiskum evnum bæði frá undirvísing á universitetinum og frá greinum, hon hevur skrivað, og framløgum, hon hevur havt.

Katla er von at lýsa faklig evni fyri almenninginum, og liggur tað henni á sinni at vísa virðing og rættvísi mótvegis ymsum hugsjónum og grundgevingum. Eisini hevur hon royndir við fyrisiting og málsviðgerð, skrivar Etiska ráðið.

Í 15 ár hevur Katla búð í Danmark, og gleðir hon seg nú koma aftur til Føroya. Nú, hon hevur fingið hálvtíðar starv hjá Etiska ráðnum í Føroyum, hevur hon fingið lovað hálvtíðar starv, har hon er í løtuni, og við bústaði í Føroyum.

– Etiska ráðið takkar Regini Berg hjartaliga fyri íblástur og arbeiðið sítt fyri Etiska ráðið og bjóðar samstundis Katlu Heðinsdóttir blíðan byr og alt gott í starvinum sum fakligur skrivari í Etiska ráðnum, skrivar Etiska ráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder