Innanlands

Katrin Hansen nýggjur deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík

46 ára gamla Katrin Hansen tekur við starvinum 1. mai

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2022-03-23 20:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Katrin Hansen er sett sum deildarleiðari fyri Heimatænastuna og terapeutiska virksemið í Nánd.

Katrin er 46 ár, ættað úr og búsitandi í Norðragøtu, og gift og mamma at trimum børnum.

Hon byrjaði sína yrkisleið innan røkt av eldri sum 19 ára gomul, og hevur hon støðugt ment sína vitan og fakliga førleika. Hon hevur starvast í fleiri ár sum heimasjúkrarøktarfrøðingur í Nánd ,og hevur hon seinastu árini starvast sum deildarleiðari í Heimið við Vágna í Klaksvík, skrivar Eysturkommuna.

Katrin Hansen tekur við starvinum 1. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder