Íslendska forsætisráðkvinnan, Katrín Jakobsdóttir, hevur nú gjørt av at stilla upp til komandi forsetavalið í Íslandi. Samstundis gevst hon sum leiðari fyri stjórnini millum flokk hennara, vinstru-grønu, Sjálvstæðisflokkin og Framsóknarflokkin.
Í fráboðan sínari í dag upplýsti Katrín Jakobsdóttir, at hon longu hevði tikið avgerð um ikki at stilla upp aftur til komandi altingsval. Men nú hevur hon so tikið avgerð um at royna at gerast forseti Íslands.
- Hóast eg longu havi tikið avgerð um ikki at stilla upp til altingsvalið, so ynski eg at halda fram við at stremba eftir at gera nakað gott fyri okkara samfelag. Tí havi eg tikið avgerð um at biðja um at verða loyst frá embætinum sum statsministari fyri at stilla upp til komandi forsetaval, segði hon í fráboðanini.
- Hetta er eitt týðandi embæti. Forsetin skal skilja, hvussu politikkur og samfelagið virkar. Forsetin skal vísa leiðaraevni og eyðmýkd. Forsetin skal verja landsins áhugamál altjóða og vera førur fyri at taka truplar avgerðir, segði Katrín millum annað.
Hon ætlar sær nú at ferðast kring landið fyri at hitta fólkið og tosa um framtíð landsins við tey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald