Innanlands

Katrin Joensen-Næs fekk handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn fyri 2021

– Katrin varpar, við novellufilmi sínum “Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært

Katrin Joensen-Næs fekk ársins sálarheilsuvirðisløn á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober (Mynd: Sinnisbati)

Katrin Joensen-Næs fekk ársins sálarheilsuvirðisløn á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober (Mynd: Sinnisbati)

2021-10-11 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, á altjóða sálarheilsudegnum, handaði Sinnisbati á fimta sinni Ársins Sálarheilsuvirðisløn.

Endamálið Sálarheilsuvirðislønini er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsufremjandi.

Møguligt var at koma við uppskoti til, hvør hevði uppiborið ársins sálarheilsuvirðisløn. Síðani avgjørdi ein óheft dómsnevnd, hvør skuldi fáa heiðurin, og í gjár varð virðislønin so handað á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober. Hetta varð hátíðarhildið í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

Í ár valdi dómsnevndin, at Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, skuldi móttaka virðirslønina. Tað var Sinnisbati Ung, sum í ár handaði virðisløninia.

[object Object]
(Mynd: Sinnisbati)

Í grundgevingini verður sagt:

Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður latin Katrin Joensen-Næs:

Katrin Joensen-Næs hevur við sínum listarliga arbeiðið varpað ljós á lívið við sinnisligari sjúku við serligt denti á teimum, ið standa nær; tey avvarðandi. Katrin varpar, við novellufilmi sínum “Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært.

Leikluturin hjá tí, ið stendur hjá, verður ofta lýstur sum hjáleiklutur í frásøgnum um lívið við sinnsligari sjúku og órógv, men í hesum filmsverkinum dregir Katrin myndatólið mótvegis tí avvarðandi, sum í støðum kann kenna seg bæði mát- og ráðaleysan. Í filmsverkinum gevur Katrin tí avvarðandi eina rødd og rúmd at verða í teimum kenslunum, ið kunnu verða, tá ein elskaður lýðir av álvarsligari sinnisligari sjúku. Katrin gevur tí avvarðandi loyvi at kenna tær kenslur, ið kunnu vísa seg: einsemi, vreiði og sorg. Samstundis sum hon lýsir áhaldandi og treytaleysan kærleika, gleði og vón.

Katrin Joensen-Næs hevur við filmsverkinum “Ábyrgd” latið upp eina dyr, sum í mong ár einans hevur staðið á glopp. Hon hevur við nøkur av teimum førandi føroysku filmsfólkunum, verið við at skapa eina trúliga mynd av, hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.

Vit ynskja við hesari virðisløn, at heiðra Katrinar dirvi og hennara ágrýtni og eldhuga, at taka upp evni, ið hava stórt samfelagsligt virði og týdning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder