Fríggjadagin varð Katrin Justinussen heiðrað við silvurheiðursmerki frá Tórshavnar kommunu, sum hon hevur starvast hjá í meira enn 36 ár.
Hugnaløta var á URD, har Katrin hevur starvast síðan upplating.
Heðin Mortensen, borgarstjóri helt røðu, og vísti hann m.a. á, hvussu stóran týdning tað hevur, at hava trúgv starvsfólk, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.
Katrin byrjaði at arbeiða sum hjálparfólk í vøggustovuni á Dagstovninum við Velbastaðvegin í 1987, og har arbeiddi hon til 1. august 2019. 1. mai 2019 byrjaði hon í Umlættingarheiminum í V. U. Hammershaimbsgøtu, har hon starvaðist til tað lat aftur 1. mai 2021. Síðan flutti hon saman við hinum starvsfólkunum á Umlættingarheiminum niðan á URD at arbeiða.
- Tú ert ein av hesum trúgvu starvsfólkunum. Tú hevur starvast í Tórshavnar Kommunu í meir enn 36 ár - og eg hoyri nú, at tú ert ongantíð vorðin heiðrað fyri hetta. Og tað kunnu vit ikki hava sitandi á okkum, segði borgarstjórin m.a.
- Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri ung sum gomul í kommununi. Tú hevur sanniliga tikið títt tørn og gjørt tína skyldu, so at vit heiðra teg í dag er sjálvsagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald