Innanlands

Katrin og Katrin hava fingið starv í Runavíkar kommunu

Katrin Thomassen er 31 ára gomul og er sett sum tekniskur samskipari í kommununi. Katrin Dam er 34 ára gomul og er sett sum leiðari fyri Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin

Katrin Thomassen og Katrin Dam eru sett í leiðslustørv í kommununi (Mynd: runavik.fo)

Katrin Thomassen og Katrin Dam eru sett í leiðslustørv í kommununi (Mynd: runavik.fo)

2023-12-21 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runavíkar kommuna hevur í dag kunngjørt tvær starvssetanir á heimasíðu sínari. Eitt sermerkt er, at bæði tey nýggju starvsfólkini eita Katrin.

Katrin Thomassen úr Runavík er 31 ára gomul. Hon er nú sett sum tekniskur samskipari á Teknisku deild í kommununi.

Heimasíðan runavik.fo skrivar, at Katrin hevur útbúgving sum bachelor í búskaparfrøði frá Fróskaparsetri Føroya í 2019 og sum cand.merc.aud frá Copenhagen business school í 2022

- Hon hevur starvsroyndir frá grannskoðarafyritøku og húsavarðafyritøku, umframt at hon hevur verið sera virkin í ymsum fritíðarvirksemi.

[object Object]
Katrin Thomassen (Mynd: runavik.fo)

Katrin Dam er av Toftum. Hon er 34 ára gomul og er nú sett sum leiðari fyri Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin.

- Katrin varð í 2020 útbúgvin sosialráðgevi frá Professionshøjskolen Absalon í Slagelse í Danmark og er júst byrjað í starvi í Barnaverndartænastuni í Eysturoy. Fyrstu 3 árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi á familjudeildini á Amager í Danmark og í lestrarstarvi í Roskilde.

[object Object]
Katrin Dam (Mynd: runavik.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder