Mentan

Katrin Ottarsdóttir fær góð ummæli í Íslandi

Hennara 43 stuttsøgur verða kallaðar stórætlaðar og væl skrivaðar

2020-05-28 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stuttprosasavnið ”43 bagatellir” hjá Katrini Ottarsdóttir varð givið út á íslendskum fyrr í hesum mánaði, og hevur fingið sera góð ummæli.

Bagatellirnar – ella ”43 smámunir”, sum bókin eitur á íslendkum – hava higartil fingið tvey ummælið í Íslandi – í Morgunblaðnum og á størsta íslendska bókablogginum Lestrarklefinn. Og báðir ummælarnir geva bókini 4 stjørnur av fimm møguligum.

Í Morgunblaðnum skrivar ummælarin Einar Falur Ingólfsson millum annað, at bókin er ”eitt sera heilskapað savn av ørstuttum og ofta ógviliga skemtiligum og avdúkandi frásagnum um nútíðarmenniskju”, og at søgurnar hava ”nógvar væl smíðaðar og hugtakandi myndir, sum ’leikstjórin’ teknar við orðum.” Hann nevnir sum eina styrki, at søgurnar eru bersøgnar, eru uttan uttanumtos og fara beint í evnið frá byrjan.

Á Lestrarklefanum skrivar Rebekka Sif Stefánsdóttir: "Tað er merkisvert so væl tað eydnast Katrini at siga so nógv uttan at siga tað bart út (...) '43 smámunir' er framúr fjølbroyttur og kveikjandi lesnaður. (...) Tað er í roynd og veru ótrúligt, so væl tað eydnast Katrini at skapa heilar søguheimar og trídimensionalar persónar við so fáum orðum (...) Samanumtikið er talan um eitt ógviliga stórætlað (amibitøst) og væl skrivað stuttprosasavn."

Bókin eitur sum nevnt ”43 smámunir” á íslendskum, og útgevari er forlagið Dimma. Aðalsteinn Ásberg Sigurðsson, ið rekur forlagið Dimmu hevur umsett bókina til íslendskt.

Upprunaútgávurnar – ”43 bagatellir” (føroysk) og ”43 bagateller” (donsk) – komu á forlagnum Torgard í 2018 og fáast (enn) í bókabúðunum.

Annars er Katrin í hesum døgum í ferð við at leggja seinastu hond á eina skaldsøgu, sum ætlandi kemur út á Sprotanum til heystar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder