Kringvarp Føroya hevur nú sett nýggjan tíðindaleiðara. Hesum varð boðað frá í útvarpstíðindinum klokkan 18.
Tað verður Katrin Petersen, sum framyvir skal vera leiðari á størsta journalistiska arbeiðsplássi í Føroyum, sum tíðindadeildin í Kringvarpinum er.
Hon hevur áður starvast sum virkandi tíðindaleiðari í sjónvarpinum, og hevur eisini verið journalistur, redaktørur og vertur í Degi og viku.
Katrin hevur lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus. Á yrkisleiðini hevur hon m.a. starvast á Dimmalætting og sum fríyrkisjournalistur. Eisini hevur hon verið leiðari á Visit Sandoy.
Seinnu árini hevur hon arbeitt sum sjálvstøðugur kunningarráðgevi og samskipari og hevur m.a. verið samskiftisráðgevi fyri Umhvørvisstovuna og Tjóðveldi.
Georg L. Petersen hevur verið tíðindaleiðari síðan 2019, men valdi í august mánað at siga starvið frá sær. Hann hevur síðani røkt starvið sum virkandi tíðindaleiðari, til nýggjur leiðari varð settur.
Á tíðindadeildini í KVF starvast 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin framleiðir tilfar til útvarp, sjónvarp og net.
Katrin Petersen tekur við starvinum 1. januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald