Hátíðarløta var týsdagin á kommunuskrivsstovuni hjá Sunda Kommunu. Orsøkin var, at Katrina Svartá fekk handað medalju frá Margtretu drotning.
Tað var Heðin Zachariasen, borgarstjóri, ið handaði forjenstmedaljuna, ið verður givin fryi drúgva tænastu. Katrina Svartá hevur verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í 40 ár, har hon enn er virkin.
Sjúrður Ferjá, fyrrverandi fyrstilærari og kommunustýrisformaður í Hvalvíkar kommunu, segði nøkur orð. Tað var hann, sum í síni tíð setti Katrinu í starv sum vaskifólk í Hvalvíkar skúla.
Sunda Kommuna skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at starvsfólk í Sunda Kommunu fær slíkan heiður.
Fleiri myndir frá løtuni síggjast á heimasíðuni hjá kommununi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald