2025-12-14 18:09
Jógvan Isaksen hevur givið út nýggja krimiskaldsøgu um William Hammer og Skansadeildina.
Skaldsøgan hevur heitið "Kavafonnin grætur" og fæst nú í bókabúðunum.
– Undir várróðrinum á Norðhavinum í februar, verður ein kinesari í termodrakt funnin druknaður við Kambsgjógv norðan fyri Tjørnuvík. Vatnið í lungunum vísir seg ikki at vera sjógvur, men kranavvatn. Stutt seinni verður enn ein asiati funnin nakin og deyður á Slættaratindi, uttan iva blakaður út úr einari tyrlu.
– William Hammer og Skansadeildin við tí nýggja pressutalsmanninum Hannisi Martinssoni fáa úr at gera við at fáa tamarhald á tí, sum gongur fyri seg.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald