
Tað er serliga í høvuðsstaðnum, at kavaavfallið hevur sína ávirkan í dag. Kavaruddingarmaskinurnar hjá Tórshavnar kommunu megna ikki at arbeiða undan, og tí er ikki koyrandi allastaðni í býnum enn.
Harvið er heldur ikki komið gongd á Bussleiðina.
Ein av ruddingarmaskinunum mátti flytast á verkstað í dag, og tí er tað bert ein stór maskina, sum koyrir umframt ein traktorur, boðar Tórshavnar kommuna frá á Facebook. Har víðari boðini ljóða soleiðis:
“Tað er framvegis sera nógvur vindur. Á Argjahamri, undir Kongavarða og við Klingurstjørn er endiliga ruddað, men tað verður ein løta, áðrenn koyrandi verður har. Í miðbýnum stendur betri til.
Tað er ikki koyrandi niðan undir Brúnna, eftir Villingardalsvegnum og í Brobbersgøtu. Støðan er rímiliga góð í Kollafirði, men vánalig í Kaldbak.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald