Uttanlands

Kavbáturin imploderaði

Kláraði ikki trýstið á ferðini niður móti vrakinum av Titanic

(Mynd: The Canadian Press/AP)

(Mynd: The Canadian Press/AP)

2023-06-29 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórir partar av lítla kavbátinum Titan, sum hvarv undir einum kavi niður á vrakið av Titanic herfyri, eru nú bjargaðir. Tað verður mett, at Titan imploderaði, altso eksploderaði inneftir orsaka av trýstinum í d+ypinum.

Í gjár vórðu vraklutir lossaðir upp á land í St. John í Newfoundlandi av skipinum Horizon Arctic.

Eftir at hava kanna vraklutirnar er staðfest, at har eisini eru “restir av fólkum” við, verður sagt í eini fráboðan frá amerikansku sjóverjuni. Nú skulu amerikanskir læknar kanna restirnar.

Hóast tað verður hildið, at Titan imploderaði, so kunnu lutirnir geva eitt innlit í, hvat tað var, sum hendi, tá teir fimm persónarnir umborð doyðu.

Nógv er eftir at kanna áðrenn staðfestast kann hvat orsøkin var til vanlukkuna og hvat gerast kann fyri at slíkt ikki skal henda aftur, sigur Jason Neubauer, skipari hjá amerikansku sjóverjuni.

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, verður við, nú vraklutirnir verða kannaðir. 

[object Object]Menninir, sum sjólótust við Titan eru, ovast frá vinstru: Paul-Henri Nargeolet, Stockton Rush og Hamish Harding, og niðjast feðgarnir Suleman Dawood og Shahzada Dawood

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder