Innanlands

KBI keypir fyritøkuna Tín Lásasmiður

Fyritøkan verðir løgd saman við KBI, og Marjus Hansen fer at mynda nýggju lásadeildina

Rói Clementsen og Marjus Hansen (Mynd: KBI)

Rói Clementsen og Marjus Hansen (Mynd: KBI)

2024-03-06 10:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KBI hevur keypt fyritøkuna Tín Lásasmiður, sum merkir, at KBI nú eisini kann bjóða sínum viðskiftafólkum eina víðfevnandi røð av lásaskipanum.

Tín Lásasmiður var stovnað í 2020 av Marjusi Hansen, ið frammanundan hevði fleiri ára royndir sum lásasmiður í Føroyum. Síðan stovnan hevur fyritøkan veitt lásaskipanir til fleiri stórar verkætlanir - eitt nú kann nevnanst Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.

- Hetta er ein liður í at vaksa um virksemið hjá KBI sum veitari til vinnuna í Føroyum. Við framkomnum lásaskipanum kunnu vit nú bjóða okkum fram sum undirveitari hjá byggivinnuni til stórar og smáar byggiverkætlanir, sigur Rói Clementsen, stjóri í KBI.

Tín Lásasmiður verður nú løgd saman við KBI, har Marjus Hansen kemur at mynda nýggju lásadeildina.

- Vit fegnast um at bjóða Marjusi Hansen vælkomnum í starvsfólkahópin hjá KBI. Tá ið tað snýr seg um lásaskipanir, so hevur hann ikki sín javnlíka, og hetta fer avgjørt at gagna viðskiftafólkunum hjá KBI, leggur Rói afturat.

KBI hevur í hesum viðfangi eisini fingið løggilding at umboða Ruko-lásaskipanir. Ruko er kent víða, og tey, sum kenna Ruko, vita, at hetta er ein hin fremsti framleiðarin av lásaskipanum – og úrvalið fevnir um alt frá mekaniskum loysnum til tær framkomnastu, elektrisku trygdarskipanirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder