2021-09-24 12:23

Fyritøkan KD Foods afturkallar nú eitt partí av Skinkesalat Grand Gout.
Orsøkin er, at bakkarnir eru feilmerktir og innihalda laksasalat. Fiskur er ikki merkt í innihaldsyvirlitinum á vøruni.
Brúkarar, ið eru ovurviðkvæmir ella hava intoleransu fyri fiski –laksi – kunnu fáa allergiska reaktión, um vøran verður etin, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Vøran er seld í føroyskum handlum, og mælt verður til, at borgarar lata vøruna innaftur, har hon er keypt, ella beina vøruna burtur.
Talan er um hesa vøru:
Skinkesalat Grand Gout
Nettovekt: 175 g
Best fyri: 27.09.2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald